Glenn: Einki riggaði hjá Suðringum í dag

(FM1) Glenn Ståhl staðfestir, at hansara menn stóðu seg illa ímóti einum sera sterkum HB-liði

Aftaná javnleik ímóti B36 og tepurt 0-1 tap ímóti NSÍ við góðum avrikum fingu Suðringar av at vita í dag, tá greiða oddaliðið í Betrideildini, HB á ovara vølli í Gundadali vann 4-0 á Suðringum.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við svenska høvuðsvenjaran hjá Suðringum, Glenn Ståhl á FM1 aftaná dystin.

 

- Einki riggaði hjá okkum í dag, staðfestir Glenn Ståhl. Hann heldur tó ikki, at orsøkin bara var eitt lakari avrik hjá Suðringum, men eisini, at HB er eitt sera gott lið sum fekk Suðringar at síggja vánaligar út.

 

07 Vestur og AB nærkaðust Suðringum á stigatalvuni í dag. 07 Vestur við frálíkum 4-1 sigri á Víkingi og AB við javnleiki 1-1 ímóti B36. 

 

Glenn Ståhl slær fast, at hvør dystur hjá Suðringum nú verður ein steypafinala, har tað skal stríðast fyri, at liðið kann yvirliva í Betrideildini. 

 

Samrøðan Tróndur Arge gjørdi við málverjan hjá HB, Teit Matras Gestsson hoyrist HER

 

Frásøgnin hjá Tróndi Arge av teimum fýra málunum hjá HB, og samrøðan Tróndur hevði við trímálsskjúttan, Adrian Justinussen hoyrast HER