Glenn: Aftonbladet siteraði meg skeivt (FM1)

(FM1) Glenn Ståhl væntar avgjørt ikki, at Svøríki fer at "koyra Føroyar yvir", ið Aftonbladet skrivaði

##med2##

Seinnapartin var fyrrverandi venjarin hjá TB/FCS/Royn, svenski Glenn Ståhl ígjøgnum á FM1 til eitt beinleiðis prát í sendingini SportBoxin.

I svenska pedantinum til danska Ekstrablaðið, Aftonbladet er Glenn skeivt siteraður. Aftonbladet "siterar" Glenn Ståhl fyri at siga, at Svøríki kann koyra Føroyar yvir lættliga, og møguleikin fyri, at Føroyar kunnu fáa stig er bara ein út av 20.

Glenn Ståhl slær fast, at soleiðis orðaði hann seg ikki, men hann fekk onga rættleiðing frá Aftonbladet.

Glenn Ståhl staðfestir, at Svøríki mann fyri mann eru betri enn Føroyar. Glenn væntar eitt gott føroyskt avrik, men hann tippar, at Svøríki tekur dystin heim í seinna hálvleiki og vinnur 3-1.

Glenn Ståhl vónar, at Føroyar ikki fara at leggja seg ov langt aftur á vøllin, men fer heldur at royna seg meira frammi á vøllinum, og fer heldur at spæla fótbólt enn bara at verða í verjustøðu.

Um tíðina í Suðuroy sigur Glenn Ståhl, at tað var ein rík og góð uppliving, og hann ger gjarna comeback aftur í føroyskum fótbólti um hann fær eitt gott tilboð. 

Omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Heri Simonsen og Tróndur Arge høvdu við Glenn Ståhl á FM1 fyrr í dag. 

(Samrøða: Glenn Ståhl)