Gleimur yvirtekur raksturin av bygdarhúsinum

Í eina tíð hevur verið arbeitt við at endurstovna áhugafelagið Gleim, og er nú ein rakstraravtala undirskrivað millum Vága kommunu og Gleim um, at tey framyvir koma at umsita húsið. 

Í áttatiárunum var tað áhugafelag Gleimur í Miðvági, sum bygdi bygdarhúsið, og stóðu tey fyri nógvum tiltøkum og ymiskum virksemi í húsinum.

 

Í Vága kommunu vísa tey á, at bygdarhúsið seinni endaði á privatum hondum, men í juni 2019 keypti kommunan bygdarhúsið aftur.

 

- Ymiskt virksemið hevur verið í húsinum seinastu árini, har tað hevur verið lánt út til felagsskapir í kommununi og leigað út til onnur, men ætlanin hevur ongantíð verið, at kommunan skuldi umsita húsið.

 

Í eina tíð hevur verið arbeitt við at endurstovna áhugafelagið Gleim, og er nú ein rakstraravtala undirskrivað millum Vága kommunu og Gleim um, at tey framyvir koma at umsita húsið. 

 

Avtalan er, siga tey í Vága kommunu, at tað nú eru fólkini handan Gleim, sum koma at hava alt sum er viðvíkjandi húsinum undir hond, eisini fyrispurningar og bíleggingar av leigu av húsinum.

 

Í Vága kommunu leggja tey aftrat, at longu gjørdar avtalur við kommununa um húsini, fylgja við yvirtøkuni av húsinum, og framtíðar samskifti um hesar avtalur skal nú verða við Gleim.