Gleðist um at so mong ikki drekka

Tríggir av hvørjum tíggju føroyingum hava ikki nortið alkohol tað síðsta árið, vísir nýggja heilsukanningin hjá Fólkaheilsuráðnum.

Hetta er søtur tónleikur í oyrunum á Bláa Krossi Føroya, sum arbeiðir við at hjálpa fólki við rúsdrekkatrupulleikum og annars er ein avhaldafelagsskapur.

- Tølini í heilsukanningini vísa, at tað eru nógvir føroyingar, ið ikki drekka, og tað fegnast vit um, sigur Frant Jensen, aðalskrivari hjá Bláa Krossi.

 

Hoyr alla samrøðuna við Frants Jensen við at trýsta á pílin undir myndini.