Gleðiligt, at samgongan hevur sett sær fyri, at átøkini í krabbameinsætlanini verða framd

Tá ið samráðingar vóru um nýggja samgongu, heitti Krabbameinsfelagið á forfólkini í politisku flokkunum at fáa við í samgonguskjalið, hvussu tilmælini í nýggju krabbameinsætlanini skulu verða sett í verk.

Í Føroyum er krabbamein tann sjúkan, sum krevur flest mannalív. Tíbetur eru alsamt fleiri, sum fáa heilsubót. Tað vísa millum annað hagtølini fyri, hvussu nógv liva fimm ár eftir, at tey hava fingið staðfest krabbamein. Somu hagtøl vísa tíverri eisini, at av Norðurlondum eru vit eftirbátar. Bæði tá ið talan er um kvinnur og um menn.

 

Tí gleðast vit í Krabbameinsfelagnum um, at samgongan er samd um, at átøk í krabbameinsætlanini skulu fremjast. Og at tað eisini er nevnt, at bíðitíðin til útgreining skal verða stytt. Eins og bíðilistarnir í heilsuverkinum yvirhøvur.

 

Vit ynskja samgonguni, og ikki minst Margit Stórá, landsstýriskvinnu í heilsumálum, blíðan byr og hegni í arbeiðinum at røkka tí, sum samgonguskjalið gevur lyfti um.