Jógvan Esmar Ósá fegnast um, at dóttir hansara, ið hevði krabbamein, í 2014 varð søgd at vera frisk.
Pensjóneraði løgreglumaðurin hevur hildið nýggjár saman við børnum og abbabørnum.
Jógvan er ikki maðurin, sum gevur nýggjárslyfti, og hann hevur sum so heldur einki serstakt nýggjársynski.
Um útlitini fyri 2015 heldur Jógvan Esmar Ósá, at tey eru góð, tí, sum hann sigur, at í nýggja árinum fáa Føroyar eitt nýtt landsstýri.








