Ein kanning, sum tónleikahugaði Leif Hansen í Nólsoy hevur gjørt í føroyskum kirkjum vísir greitt, hvønn jólasálm føroyingum dámar best.
Hetta stendur m.a. í grein, sum Snorri Brend hevur skriva á www.folkakirkjan.fo.
Neyvan nakar dugir at ímynda sær eina føroyska jólagudstænastu uttan teir góðu gomlu sálmarnar.
Líka so vist, sum tað er at prestur prædikar ella lestur verður lisin jólaaftan, er tað, at ein teirra – Gleðilig jól – verður sungin í øllum kirkjum.
Men, hvussu ofta hann verður sungin í føroysku kirkjunum, setti Leif Hansen, ið vit millum annað kenna sum urguleikara og kórleiðara, sær fyri at kanna. Sera áhugaverda úrslitið av hesi kanningini var almannakunngjørt í eini grein í Dimmalætting undan jólum í fjør.
Sálmurin er helst best umtókti jólasálmurin í síni heild í Føroyum. Ein teirra, sum dámar henda sálmin væl, er Jórun Eið Johannesen av Hellunum. Fyri hana er ”Gleðilig jól” sjálvur grundtónin, sum hinir jólasálmarnir og sálmar annars kunnu spretta út frá.
- Hann byrjar breitt og fevnandi við lovsangi einglanna til syndarar, um at Jesus er føddur. So vendir hann sær til faðirin, ið ikki gloymir sítt jarðiska barn, sum tí lovsyngur faðirinum.
- Og so kemur tað persónliga, at Jesus er frelsari mín, náðar meg og letur paradís upp fyri mær. Tí blívi eg ongantíð liðug at takka fyri hesi gleðiligu jólini at frelsarin er føddur, greiðir Jórun frá.
Er innihaldið í sanginum gott, so er lagið tað ikki minni. Orðini til okkara Gleðilig jól eftir Fríðrik Petersen í 1891, og lagið hjá eysturríkska urguleikaranum, Franz Xaver Gruber, sum hann lat úr hondum 24. desember í 1881, gera sítt til, at hesin sálmurin er vorðin fólkaogn.
Tí kann ein siga, at jól eru ikki jól uttan at jólasálmurin ”Gleðilig jól” er sungin.
Sum vit plaga
Leif Hansen greiðir frá, at nú, ið jólini eru í hondum, helt hann tað vera áhugavert at hyggja eftir, hvørjir jólasálmar eru teir best umtóktu í kirkjum okkara. Spurningurin var einfaldur: Hvørjar sálmar syngja vit um jólini?
Hann hevur vitjað í samanlagt 25 kirkjum, har hann í 2017 og 2018 skrásetti teir sálmarnar, ið vóru sungnir her. Hetta er annars partur av eini størri verkætlan at lýsa sálmasang í føroysku fólkakirkjuni.
- Jólini eru hjá nógvum ein røð av tradisjónum og ritualum, sum helst ikki skulu broytast ov nógv frá ár til ár. Tí er eisini hugsandi, at teir sálmar vit syngja á jólum, helst skulu vera teir, sum vit kenna, og sum vit plaga at syngja.
- Tað aftureftirlítandi elementið er sjálvt DNA'ið í jólahaldinum. Tað er tí nærum óhugsandi hjá einum presti, ella hjá tí, sum velur sálmarnar til gudstænasturnar um jólini, at velja sálmar, sum ikki øll kenna, slær hann fast.
Hagtøl eru helst ikki fyri, hvussu nógv – ella hvussu nógv fleiri fólk – ið eru í kirkju um jólahøgtíðina. Men í Danmark vísir ein meting, at umleið fjórði hvør dani – tað er: 24 prosent – hevur sum tradisjón at fara í kirkju á jólum.
Kanska er hetta hjá mongum einasta høvið at koma saman við øðrum at syngja teir góðu gomlu og teir nýggjaru jólasálmarnar.
39 at velja millum
Í kanning síni slær Leif Hansen fast, at av høgtíðarsálmunum í sálmabókini fylla jólasálmarnir mest, her 39 sálmar eru bólkaðir undir heitinum “Jesu føðing. Jól”
Jólasálmar finnast eisini í ískoytinum til sálmabókina, har tað eru átta sálmar í bólkinum “Jesu føðing”, umframt at seks jólasangir eru í bólkinum “Børn”. Til samanbering kann nevnast, at tað eru 21 sálmar bólkaðir undir “Páskir”, og einans fimm undir “Hvítusunna”.
Hyggja vit eftir teim 39 jólasálmunum í sálmabókini, so hava teir numrini frá 95 til 133. Í gomlu sálmabókini, sum varð tikin í brúk í 1960, eru 31 jólasálmar við numrunum 51 til 81.
Tá nýggja sálmabókin kom í 1990 vóru fimm sálmar sáldaðir frá, og komu soleiðis 26 sálmar beinleiðis úr gomlu bókini og í ta nýggju. 13 jólasálmar eru sostatt í nýggju sálmabókini, sum ikki vóru í teirri gomlu.
18 av teimum 39 jólasálmunum í sálmabókini eru upprunaligir føroyskir. Um helvtin av týddu sálmunum eru sálmar, sum stóðu í donsku sálmabókini “Salmebog for Kirke og Hjem”.
Meira sæst at lesa um hetta á www.folkakirkjan.fo.











