Teir báðir Theodor Kapnas og John Egholm hava í ár gjørt vart við seg, í bólkum, sum Hamferð og Jürghinn, men á jólum í fjør spældu teir eina sera ørvísið útgávu at Gleðilig Jól inn, eina dómadagsmálms útgávu.
Á youtubeprofilinum Dómadagssálmar liggur enn bert henda eina útgávan av einum sálmi, dómadagsútgáva nav Gleðilig Jól. Tað er Theodor Kapnas, ið hevur framleitt, spælt og ljóðblanda lagið, men John syngur ella growlar.
Theodor er kendur sum gittarleikari og ein av høvuðsmonnunum handan Hamferð, har eisini John spælir gittar. John syngur eitt lag á Hamferð fløguni Evst, men sum sangari er hann betri kendru úr bólkinum Jürghinn.
Nú er hetta ikki nýtt, men hetta er merkisvert, so um tit hava hug at hoyra Gleðilig jól, lurtið so omanfyri.