Gleddu 444 familjur og 910 børn

Tøvurin á jólahjálp í fjør var metstórur. Ein heil miljón krónur varð latin í gávukortum til 444 familjur kring alt landið.

- Stóra umsóknartalið og vánaliga fíggjarstøðan hjá nógvum familjum ger, at vit sjálvandi aftur í ár fara at veita jólahjálp. Vit hava undanfarin ár megnað at lætta um og givið børnum og vaksnum eini góð og hugnalig jól. Tað vilja vit eisini fegin gera í ár. Okkara vón er, at øll hugaði taka tøk saman við okkum, soleiðis at øll børn kunnu gleðast á jólum.

Tað sigur Annlis Bjarkhamar, sum visir á, at seinastu jól var høvi at gleða 910 børn, og tað er vónin hjá fyriskiparunum av "Í menniskjum góður tokki", at børn í fíggjarliga sperdum familjum eisini í ár kunnu fáa ta jólagávu, tey ynskja sær.

- Vit leita eisini eftir fólki, sum hava yvirskot at gera okkurt gott og gevandi til jólar, ið kemur øðrum til góðar. Skulu vit aftur í ár veita jólahjálp til 100-tals familjur, er neyðugt at finna fólk, sum eru hugaði at rætta eina hjálpandi hond.

Annlis sigur, at fólk kunnu fyrireika okkurt, sum gevur pening til átakið.

- Einki mark er fyri, hvat tað kann verða, stórt ella smátt. Alt ger mun. Talan kann verða um alt frá at skipa fyri eini innsavning á tykkara arbeiðsplássi, kóri, felagsskapi, skúlaflokki, bindiklubba, samkomu, millum familju og vinir ella í grannalagnum.

Hon leggur aftrat, at tiltøk av ymiskum slag eru vælkomin.

- Talan kann verða um alt frá bingo og ítróttarkappingum til sølu av bundnum vørum, listaverkum, smákøkum, tombola og stuðulskonsertum. Tykkara hugflog, tíð og orka avgerð, hvat tit gera.

Annlis Bjarkhamar sigur, at fólk kunnu venda sær til hennara, um áhugi er onkusvegna at stuðla "Í menniskjum góður tokki".