Gleða seg til tunnil

– Eg haldi, at eg kann tosa fyri allar viðingar, tá eg sigi, at øll í bygdini gleða seg, nú tunnilin langt um leingi kemur, sigur Hanus Kjølbro, sum sjálvur býr á Viðareiði og dagliga koyrir eftir viðareiðisvegnum.

Hann hevur eisini upplivað vánaligu umstøðurnar frá síni ringastu síðu, tá hann fekk grót oman yvir seg, men tað spældi til alla lukku væl av – men ein hundraðpartur av einum sekundi fyrr ella seinni kundi gjørt av við hann.

Í kvøld klokkan 19 verður sáttmálin um tunnilin undirskrivaður í skúlanum á Viðareiði, har bæði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, Ewald Kjølbro, stjóri í Landsverki, Jón Sigurðsson, stjóri í Articon, og bygdaráðsformaðurin á Viðareiði, Hans Jacob Kalsberg vera til staðar.

Hoyr samrøðu við Hanus Kjølbro, við at trýsta á pílin undir myndini.