TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Mirjam Pætursdóttir hevði við teir tríggjar Sean Conlon, Ritchie Neville og Scott Robinson, sum í dag mannað poppbólkin FIVE.
Upprunaliga manningin í Five vóru Sean Conlon, Ritchie Neville, Scott Robinson, Abz Love og Jason J Brown, men síðstu árini hevur bólkurin verið mannaður við Sean Conlon, Ritchie Neville og Scott Robinson.
Samrøðan við teir tríggjar var partur av sendingini "Hvonn Live", sum var send beinleiðis á Rás2 leygarkvøldið.
Í samrøðuni var tosað um yrkisleiðina hjá teimum trimum, sum tónleikarar. Har staðfestu teir, at teir ikki dugdu nóg væl at virðismeta møguleikarnir teir høvdu, tá teir vóru ungir.
Annars søgdu teir, at teir gleddu seg til at framføra í Luux, og teir gleddu seg sera nógv til at síggja land okkara í dagsljósi, tí enn hava teir bara sæð Føroyar í myrkri.











