Gleð mammu tína á mammudegnum

Annar sunnudagur í mai er mammudagur. Mammudagurin í ár er sostatt sunnudagin 14. mai. – hvørt tú tekur undir við komersiella partinum av degnum ella ikki, so er upplagt at steðga á og minnast til og forkela mammu sína eitt sindur meir enn hinar dagarnar í árinum.

 

                                    

Mammudagurin er, sum so mangt annað, onki føroyskt fyribrigdi. Hann byrjaði í Amerika, tá høvundurin Julia Ward Howe valdi at halga dagin mammunum í 1872. Í USA hevur mammudagurin verið ein almennur heiligdagur síðani 1914.

  

 

Uppskot til mammudagin:

 

 

Keyp mammu tíni eitt gávukort til eitthvørt forkelilsi henni dámar. Hetta kann vera vøddamyking, andlitsviðger, manicure ella ein tíð á hárfríðkunnarstovu

 

 

Ger henni eina myndabók við myndum av henni og teimum hon er góð við. Upplagt er at velja myndir av børnum og ommubørnum og at skriva tekstir til myndirnar. Hetta krevur eitt sindur av fyrireiking, men er eitt týðandi minni, sum hon óivað verður takksom fyri.

 

 

Rudda og vaska fyri hana, ella gev henni ein tilgóðarseðil, sum hon kann brúka, tá hon hevur tørv á at ruddað og vaskað verður fyri hana. Upplagt er at veita seðlar fyri bilvask, vesivask, gólvvask, urtagarðsarbeiði ella annað, sum tú veitst hon hevði verið glað fyri.

 

 

Bjóða henni á matstovu, soleiðis at tit fáa tíð til at vera saman og njóta løtuna tit hava saman. Her er eisini møguligt at geva eitt gávukort, so hon kann velja tíð og stað sjálv.