Gleðisrómurin endaði í djúpari sorg

- Høgni og Vilhjálmur vóru alt tað, sum vit ynskja frá okkara ítróttarleiðarum. Missurin er sera stórur, sigur Petur Elias Petersen, forseti í Ítróttarsambandi Føroya, eftir syrgiligu ferðsluvanlukkuna í gjár.

Tað, ið skuldi vera ein gleðisdagur við móttøkum og fagnaði, endaði brádliga við syrgiligu ferðsluvanlukkuni, ið hendi, norðanfyri, Á Hálsi, í Sandavági í gjár. Vanlukkan kravdi trý mannalív. Í bilinum vóru Vilhjálmur Gregoriussen og Høgni Carlsson, sum báðir vóru leiðarar hjá badmintonlandsliðnum á Bermuda. Triði maðurin var hýruvognsførarin Hans Mortensen, ið skuldi koyra teir heim til hús.
Politiið fekk fráboðanina um ferðsluvanlukkuna klokkan 11:25 fyrrapartin í gjár. Vanlukkan broytti alt, eisini fyri ferðalagið av Bermuda.
- Ja, hýrurin var góður, tá vit lendu og fóru hvør til sítt. Har vóru fyrireikaðar móttøku ymsastaðni, og sum heild vóru fólk sera glað fyri at vera komin heim. Tú kanst siga, at tað var ein gleðisrúsur yvir okkum øllum. Tí var tað fullkomuliga óveruligt, at ein slík vanlukka skuldi henda, sigur Petur Elias Petersen.
Sjálvur var forsetin í Ítróttarsambandinum í einum bili, ið koyrdi nakað framman fyri hýruvognin við Vilhjálmi og Høgna í, og frætti hann tí ikki um vanlukkuna, fyrr enn nakað seinni. Onnur úr ferðalagnum vóru aftan fyri, og vóru tí vitni til vanlukkuna.
Ítróttarsambandið tók stig til at savna fólk til eina løtu saman á Landssjúkrahúsinum seinnapartin í gjár. Prestur helt eina andakt, sálarfrøðingar vóru til staðar at veita sálarliga fyrstuhjálp, og eisini var løgreglan við fyri at greiða fólki frá, hvat tað var sum hendi Á Hálsi í Sandavági. Okkurt um 100 fólk, avvarandi, ítróttarfólk og onnur, nýttu høvið at savnast eina løtu.
- Skelkurin var stórur hjá okkum øllum. Tí valdu vit at savna fólk fyri at tosa um støðuna, sigur Petur Elias Petersen.

Saknurin
Høgni Carlsson og Vilhjálmur Gregoriussen vóru báðir virknir innan badminton. Vilhjálmur sum formaður í Badmintonsambandinum síðstu nógvu árini. Høgni sum leiðari og hjálparfólk. Á Bermuda vóru teir leiðarar hjá badmintonlandsliðnum, har døturnar hjá Høgna, Rannvá og Brynhild, eisini vóru við.
- Høgni og Vilhjálmur vóru alt tað, sum vit ynskja frá okkara ítróttarleiðarum. Teir vóru nærlagdir í síni tænastu fyri ítróttin, bæði her heima og tá okkara ítróttarfólk kappast úti í heimi, sigur Petur Elias Petersen og heldur fram:
- Hesa vikuna á Bermuda vóru teir alla tíðina í badmintonhøllini fyri at stuðla okkara spælarum, soleiðis at tey kundu nýta alla sína orku til kappingarnar. Teir syrgdu eisini fyri, at tey við áhuga fyri badminton kundu fylgja við á netinum, uttan mun til, hvar í heiminum tey vóru stadd.
Í gjár fór Merkið á hálva stong í ÍSF-húsinum, og forsetin mátti bera altjóða Oyggjaleikanevndini tungu boðini um vanlukkuna.
- Badmintonítróttin og føroyska ítróttarrørslan sum heild hava mist tveir av sínum fremstu ítróttarleiðarum. Vit skylda teimum at halda fram við sama góða arbeiði, sum teir vóru so glaðir fyri, sigur Petur Elias Petersen.
ÍSF-forsetin sendir somuleiðis eina heilsan til tey avvarandi hjá Høgna, Vilhjálmi og Hans.
- Størsti missurin er hjá tykkum, ið eftir sita. Í løtuni ráða sorgin og vónloysið. Vit ynskja tykkum Harrans styrk í hesum og komandi døgum, sigur Petur Elias Petersen.