Gleðir seg til Milan

Týskvøldið rullar bólturin aftur í Champions League, og lagt er upp til eitt satt brak, tá Manchester United vitjar á San Siro hjá AC Milan. Ein dystur, sum Alex Ferguson gleðir seg til. – Eg haldi, at tað hóskar okkum væl at hitta teir júst nú. Teir spæld um vikuskiftið, meðan vit høvdu frí, og hartil hevur Milan eisini mist Kaka. Tað hevur gjørt tað neyðugt hjá teimum at broyta spælið, sigur vnjarin hjá Manchester United.