Í summar tók Maria Jørðdal Niclasen teologiskt embætisprógv í Danmark, og hon valdi beinanvegin at flyta aftur til Føroya.
Hon vildi sleppa at arbeiða sum prestur í Føroyum.
Tá ið starvið í Norðoyar Eystara prestagjaldi var leyst at søkja, søkti hon starvi, og kirkjuráðini innstillaðu hana einmælt.
Áðrenn innstillingina hevði hon samrøður við kikrjuráðini.
- Tað vóru góðar samrøður, sigur Maria Jørðdal Niclasen.
Hon væntar at fáa og leggur upptil gott samstarv við kirkjuráðini, fólkið í sóknini og við hinar prestarnar í Norðoyggjum.
Nýggi presturin hevur ikki røtur á Viðareiði, men hon hevur tosað við føroysku prestarnar, sum áður hava verið á Viðareiði, Jógvan Fríðriksson, Meinhard Bjartalíð og Niels Paula Danielsen.
Tí veit hon eitt sindur um sóknina og embætið annars.
- Eg gleði meg nógv til at byrja.
Hon hevur verið inni á gólvinum í prestagarðinum í Ónagerði, men kennir enn ikki so væl prestagarðin enn.
Har verður í hvussu er rúm fyri mær, sigur Maria Jørðdal Niclasen, sum ikki hevur stovnað familju.
Nevnast kann, at nýggi presturin er dóttir Sigrun Gunnarsdóttir og Tord Niclasen á Eiði.