Norska Heidi Hauge lendi í Føroyum í gjár, og hon sigur seg gleða seg til framførsluna í kvøld Talan verður um ordans country-dans í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn í kvøld.
Saman við Tombola Band kom Heidi Hauge til Føroya í gjár, og hon sigur seg gleða seg til framførsluna.
Og talan verður ivaleyst um bæði gott, nýtt og gamalt. Kendastu løgini munnu ikki vera gloymd, men eisini løg av nýggju og sera væl umtóktu fløguni verða at hoyra í kvøld, skilst.