Gleðin var stokkut

Tað var ein stokkut gleði, tá ið Løgtingið gjørdi av at hækka tímatalið til til tey yngstu skúlabørnini munandi í kjalarvørrinum á vánaligu Pisa-úrslitunum.

Tað staðfestir Páll Poulsen, nevndarlimur í Lærarafelagnum.

Í Skúlablaðnum staðfestir hann, at longu stutt eftir vórðu tímarnir skornir niður í hinum endanum.

Hann sigur, at skaðan av at lækka tímatalið og sparipolitikkinum hjá landsstýrinum, fara vit heilt víst at síggja um nøkur ár.

Í miðal er tímatalið hjá skúlunum skorið yvir 5% hesi bæði seinastu skúlaárini, sigur hann

- Eftir øllum at døma er ætlanin hjá landsstýrismanninum í mentamálum at halda fram við hesum sparipolitikki fram til 2017.

- Hvat tá verður eftir av fólkaskúlanum, verður ikki til stóran sóma fyri okkum sum framkomin tjóð. Møguliga hevur landsstýrið innroknað eina stóra fráflyting hesi árini, heldur hann fyri.

- Í nógv ár hevur verið tosað um at leggja skúlar saman í størri eindir, men ongin hevur enn gjørt nakað veruligt við tað.

- Nú sær tað út, sum um skerjingin í tímajáttanini skal fullføra tann politikkin, sum politikkarnir ikki tora at taka, staðfestir Páll Poulsen í Skúlablaðnum.