Gleðin var har eina løtu

- Eg veit væl, at teir høvdu nakrar møguleikar, og Jákup stóð sera væl. Men hinvegin høvdu vit eisini fleiri sera góð kontra, sum væl kundu givið okkum okkurt málið afturat, segði Jógvan Martin Olsen, sum tó var framúr væl nøgdur við føroyska avrikið

Fótbóltur

 

Í dystarupptaktini, sum vit høvdu í blaðnum fríggjadagin, segði Jógvan Martin Olsen, at hann hevði kensluna av, at spælararnir fóru at geva honum eitt sera gott avrik, nú hann stóð fyri seinasta heimadysti sínum á hesum sinni landsliðsvenjari.

Og eftir dystin leygardagin kundi landsliðsvenjarin bara staðfesta, at hendan kenslan vísti seg at vera røtt.

- Tað fái eg illa sagt annað. Longu mikudagin tosaðu vit um, at tað ráddi um hjá okkum at hava fokus á nøkrum banalum tingum. Har skuldi eingin eftir dystin lasta okkum fyri, at vit ikki gjørdu alt tað, sum stóð í okkara makt.

- Og tann parturin helt. Bæði undan dystinum, í hálvleikinum og úti á vøllinum, har spælarar alla tíðina heppaðu hvønn annan upp, sýndu menninir ein framúr hugburð. Og so vóru eisini einstakir, sum spældu framúr væl, so eg fái ikki verið annað enn nøgdur um avrikið.

Tú sigur nakrir spælarar. Undan dystinum var eitt av ivamálunum, um Christian Holst var í nóg góðari dystarvenjing, men eg rokni ikki við, at tú nú iðrar teg um, at tú setti hann á vøllin frá byrjan?

- Ja, eg haldi tað var øgiliga gott, at vit valdu hendan mátan at spæla uppá. Tí talan var sum so um ein sera opnan dyst. Teir høvdu nøkur álop, har vit hava hepnið við okkum. Men vit hava eisini nøkur góð kontra, sum saktans eisini kundu givið mál. Eftirfylgjandi kunnu vit so siga, at Jákup stóð øgiliga væl í málinum. Men hinvegin kunnu vit eisini siga, at høvdu vit í størri mun havt hepnið við okkum, so høvdu vit eisini fingið fleiri mál.

 

Flott av Boga

Føroyska málið gjørdist bara til tað eina. Nevnliga tað, sum Bogi Løkin setti inn beint eftir steðgin. Men hvussu reageraði Jógvan Martin Olsen, tá hetta hendi?

- Hatta er nokk ein av støðunum, sum eg ikki veit, hvussu eg reageraði. Tað má eg nokk síggja í sjónvarpi fyrst. Men eg helt, at hatta málið var øgiliga væl gjøgnumspælt, og so haldi eg eisini, at hatta var ótrúliga frekt av einum somikið ungum spælara sum Boga Løkin. Nógvir aðrir høvdu kanska bara smekkað til, men hann sær alt fyri eitt, at málverjin stendur til vinstru, og so leggur hann bara bóltin hinvegin. Sera einfalt og fantastiska flott.

Málið kemur eisini eftir eina støðu, har føroyska liðið hevur mist bóltin, men har hann verður vunnin aftur, tí liðið heldur fast um trýstið. Er tað eitt dirvi, sum tú kanska hevur eftirlýst.

- Ja, men tað var eisini í tráð við tað, sum vit høvdu avtalað. Vit tosaðu um, at vit skuldu fara eftir einum málið alt fyri eitt. Eisini eftir steðgin. Tað varð tó ein stokkut gleði, tí hinir fáa sløkt hana, áðrenn vit fáa armarnar niður, men gleðin var har tó eina løtu.

 

Tungur hálvur tími

Seinasta hálva tíman løgdu eysturríkar nógv fyri í royndunum at trýsta seg til javnleik. Var tað ein tungur hálvur tími at sita á føroyska venjarabeinkinum.

- Ja, ótrúliga tungur. Ikki minst var tað tungt, tá eg sá, at Christian Høgni var um at vera ferdigur. Eftir testunum, sum vit taka, hevur hann eitt altjóða støði í orku, og tá hann fer niður konditionelt, so veitst tú eisini, at har er ikki nógv eftir í fleiri av hinum spælarunum.

- Men tíbetur spældi tað væl av. Vit vóru hart raktir, tí Símun ikki var tøkur, og Jákup á Borg og Mikkjal noyðast tíðliga út, eins og tann triðja útskiftingin eisini verður gjørd vegna skaða. Eisini tí at bæði Jákup og Bogi orka framúr væl. So tað gjørdi fyritreytirnar fyri at halda allan vegin verri. Vit enda í veruleikanum við at spæla við fýra áleyparum, tá vit hava Christian Høgna, Holst, Andrew av Arnbjørn inni.

Eftir dystin kundi Jógvan Martin staðfesta, at hann tá ikki visti, hvørjar spælarar hann kundi hava við sær til Litava. Men hann tóktist kortini bjartskygdur, tá vit spurdu, um føroyska liðið fer at nýta hendan seinasta dystin í ár til at koyra eitt sindur afturat í stigaposan.

- Hví ikki. Eg veit væl, at Litava hevur eitt sera gott lið Men onkursvegna ger hetta jú eisini, at mótið upp á næstu uppgávuna avgjørt er til staðar í hópinum. Og tað er tað eisini hjá venjaranum, segði Jógvan Martin Olsen.