Hóast GÍ mest sum einki hevur at spæla fyri í seinastu umførunum, so tykist liðið av álvara at hava funnið kósina.
- Eg haldi, at vit spæla ein fínan dyst í dag. Tað sæst, at vit av álvara hava funnið spæligleðina aftur, og tað ger hesi seinastu umførini nakað nógv stuttligari, helt Hanus Jacobsen, sum í vinstra miðvallarborði var ein av stinnastu gÍ-spælarunum í dystinum.
Men tit hava mest sum einki at spæla fyri. Ger tað ikki, at menn eru minni uppsettir, ella er tað kanska lættari at spæla, tá einki er at hava nervar um?
- Kanska mest tað seinasta. Tá tú einki hevur at óttast, tora spælarar betri. Bæði at halda fast um tað, sum vit duga væl, og til at royna nakað nýtt. So í so máta haldi eg, at hetta hevur eina positva ávirkan á spælið hjá okkum í løtuni. Bæði í fjør og í ár haldi eg, at spælið bara hevur koyrt í løtum, og tí mugu royna at leingja um góðu løturnar, um eg kann siga tað so, segði altso Hanus Jacobsen.