Frøin er ovurstór í vestanøkinum. 07 Vestur hevur loksins aftaná fýra tap í effodeildinini og í kappingini um løgmanssteypið fingið eitt mál, ein sigur og trý stig á kontuna. Hetta gjørdist veruleiki, tá 07 Vestur vann 1-0 á ÍF í Fuglafirði við einum máli, sum Ken Fagerberg skoraði uppá brotsspark í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum Rás2 hevði við ein fegnan og lættan høvuðsvenjara hjá 07 Vestur, Trygva Mortensen.
Tað stóð á gomlum nøglum summar løtur í seinna hálvleiki, men 07 Vestur vardi borg, og forloysingin var stór, tá sigursmálið kom: - Tað var ein ótrúliga góð kensla, tað hevur ligið eitt trýst á okkum, tí vit ikki hava skorað nakað mál. Tað var forloysandi, tá Ken Fagerberg skoraði uppá brotssparkið, greiðir Trygvi Mortensen frá.
Nú bíðar ein uppflytarauppgerð ímóti EB/Streymi við Margáir í Streymnesi komandi sunnudag.