Gleðin drívur verkið

Pætur Clementsen hevur fyri FSF gjørt greining av fráfallinum millum fótbóltsspælarar. Í venjarabókini, sum júst er givin út, verður stórur dentur lagdur á sosialu førleikarnar hjá venjarum og spælarum, og sambært kanningini hjá Pæturi er eisini øll orsøk at leggja dentin tann vegin. Kappingarorsøkir, sum stórur dentur ofta verður lagdur á, vigaði bara 1%, tá orsøkir til at íðka fótbólt vórðu nevndar. Hinvegin vigaðu sosialar orsøkir 80%, sum tað framgongur av hjáløgdur talvu.