Hann leggur tó aftrat, at hetta broytir so einki uppá 2. útbjóðing. Tær umsóknirnar eru longu komnar og verða viðgjørdar í løtuni. Hann vil ikki gera fleiri viðmerkingar.
Arbeitt verður annars við umsókunum til 2. útbjóðing. Fleiri av feløgunum hava verið á fundi saman við fólkunum á Oljufyrisitingini, og hetta arbeiðið heldur fram komandi vikurnar eisini. Ætlanin er at lata loyvini í januar mánað. Ógreitt er enn nær, men Sosialurin hevur áður frætt, at talan verður um tann 18. januar ella har um leið.