Huxa
----
Tað stundar ímóti jólum og vit gleðast um jólaboðskapin í øllum rokanum. Men í ár gleðast vit eisini um gleðiboðskapin hjá Jørgeni Niclasen. Fyri júst einum ári síðani gjørdi tað bragd, at loysir seg at arbeiða. Hetta bragd er ein søga, sum í framtíðini verður fortald børnum á songarstokkinum, sum góðanátt søga, og eitt bragd, ið verður skrivað í søgubøkurnar. Ein søga har høvuðspersónurin eigur status, sum tann føroyski Robin Hood. Dúgliga verður trivið í søguna um Robin Hood um, at hann var sosialist. Men her fara fólk so dyggiliga skeiv. Robin má tykjast at vera størsti mótstøðumaður sosialismurnar. Robin Hood tók ikki frá teimum hægstu inntøkunum. Hann tók frá konginum, sum ikki arbeiddi, frá statsvaldinum, og býtti skattapengar út til tí arbeiðandi fjøldina, sum vóru knokkroytt við skatti, so tað loysti seg at arbeiða. Eins og Robin gav fjøldini ein skattalætta, so gav Jørgen Føroya fólki ein skattalætta, sum 14000 føroyingar hava notið gott av, og nógv lesandi sleppa undan at gjalda landsskatt. Hvønn dag koma nýggj og góð hagtøl inn, sum vátta, at vit eru á rættari kós. Lat okkum gleðast um hesi hagtøl.
400 nýggj arbeiðspláss síðan samgongan tók við. Fólk hava forvunnið 305 mió. kr. meira í ár enn somu tíð sum í fjør.
Arbeiðsloysið er komið niður á 4,6%, sum er tað lægsta síðan 2009, hetta hóast 100 fólk eru færri í almennum starvi enn tað var við ársbyrjan. Samanbera vit við ES-londini, er tað bert Eysturríkið, sum hevur lægri arbeiðsloysið enn Føroyar. Nú hava vit eitt tað lægsta arbeiðsloysi í Evropa.
Kommunurnar hava fingið 30 mió. kr. meira í skattainntøkum enn somu tíð í fjør. Landsskattainntökurnar halda, meðan landskassin hevur havt stóran inntøkuvøkstur frá m.a. MVG (uml. 6% meira) og skrásetingargjaldið (góð 40% vökstur)
Almennu útreiðslurnar eru seinastu 10 árini vaksnar við 4,8% í meðal um árið. Í 2012 er hesin vøkstur minkaður til 2,2% og fyri 2013 er útreiðsluvøksturin steðgaður. Næsta ár verður samfelagið rikið fyri somu krónur, sum í ár. Hetta fyri at geva inntøkuvøkstrinum møguleika at fáa útreiðslurnar aftur.
Hallið á figgjarlógini, sum toppaði á knøppum 700 mió. kr. nærkast í ár 300 mió. kr. og næsta ár verður hallið 242 mió. kr.
Jú sanniliga eru vit á rættari kós.
Gleðiligan flatskatt.
HUXA ynskir øllum eini gleðilig jól