Sum forkvinna á eldraøkinum fegnist eg um samtyktina um eldradepil í Kollafirði.
Júst sum í Hoyvíkini verður talan um ellisheim og tilhoyrandi røktarbústaðir. Tað vil siga búpláss til støk, og bústaðir til annan røktartørv, eitt nú til pør, við tænastu frá ellisheiminum.
Sjálv haldi eg, at tað kundi verði spennandi at bygt bæði í senn, soleiðis, at tær verða eins, í tann mun til ber - tann størra verkætlanin verður í Hoyvíkini, og tann minna í Kollafirði.
Depilin í Kollafirði verður til politikarar, heimildarfólk, brúkarar og fakfólk at arbeiða saman um.










