Gleðilig hending

Hergeir Nielsen, løgtingsmaður úr Vági, fegnast um, at fyrsti føroyingurin í ár 2000, gjørdist suðuroyingur, men vísir á, at hetta loysir ikki trupuleikan við lágum burðartølum í oynni

Hergeir Nielsen heldur tað vera stuttligt hjá teimum, ið vara av, og hjá øllum suðuroyingum, at fyrsti føroyingurin í ár 2000 var føddur í Suðuroynni.

- Hetta er gleðilig hending. Men ein kann ikki siga, at hetta sigur nógv um burðartalið í oynni.

- Hetta er jú tilvild og sigur einki um hin trupulleikan við lága burðartalinum í oynni, sigur Hergeir Nielsen.

Hann vísir á, at sum tølini síggja út, so eru framtíðarútlitini ikki góð í oynni.

Sum er, so manna øll børnini í oynni ein 1. flokk um nøkur ár og vit hava 10 skúlar, vísir Hergeir á og legur afturat, at 20 børn manna ikki 10 skúlar.

Men hann fegnast um, at tá fíggjarlógin var fyri í løgtinginum, so varð samtykt at seta av 500.000 krónur til at kanna viðurskiftini í útjaðaranum og longu á ólavsøku skal hetta umrøðast.

Henda samtykt sæst á internetinum á heimasíðu løgtingsins undir gransking.