Almenna rúmið er fylt við religión og religiónskjakið um jólahøgtíðina – kritiskar bøkur um Jesu føðing, kjaksendingar í kringvarpinum og ein røð av dokumentarum um uppruna kristindómsins á útlendskum rásum – ímeðan alt kulimnerar við messuni frá pávanum úr vatikaninum í Róm, ið verður varpað kring allan heimin. Tí er helst ikki heilt beint at siga, at jólamaðurin hevur trokað Jesubarnið heilt burtur í øllum materialistiska meldrinum. Men almenna viðgerðin av kristnu trúnni snýr seg í stóran mun um spurningin um søguliga trúvirði í bíbilska boðskapinum – Nær vóru bøkurnar skrivaðar? Eru tær ikki fullar av andsøgnum? Og munnu rithøvundarnir ikki hava ”gloymt” okkurt fyri eftirtíðina rættuliga viðkomandi?
Men í roynd og veru eru hesir spurningar kanska ikki teir mest áhugaverdu. Meiri áhugavert er, at Bíblian altíð verður tillagað og tulkað í einari givnari samtíð. Og hvørji skriftørindi vinna frama hevur stundum verið ein spurningur um persónligan ”smak” og umstøður. Í dag dáma flestu okkara illa prát um guddómligar sannleikar, ið ikki kunnu kjakast um – og úrslitið fyri mong er, at religión og religiøsir tekstir væl og virðiliga hoyra til útjaðaran í teirra tilveru. Men er okkurt mist við at tveita alt fyri borð?
Bretski heimspekingurin Alain De Botton, ið ikki metir seg sjálvan sum religiøsan, hevur í eini røð av sendingum og almennum fyrilestrum víst á, at religiónin inniheldur nakrar góðar og týðandi eginleikar, sum modernaði heimurin ikki hevur verið førur fyri at varðveitt. Hann talar tí fyri einari sonevndari ”ateismu 2.0” ella ”gudloysi fyri víðarikomin”. Tí at religión nýtist ikki vera ein spurningur um alt ella einki. Tað ber til at læna bestu eginleikarnar og sannleikarnar burtur úr uttan at skriva undir uppá allan pakkan, eru boðini frá honum. Og ein bók í Bíbliuni, ið hevur vunnið ávísan frama millum mong religiónsskeptisk, er Prædikarin í Gamla Testamenti.
Kyniskt meiningsloysi
Prædikarin má av sonnum sigast, at vera ein pessimistisk sál. Men hann hevur sett nakrar spurningar, tey flestu munnu hava hugsað um av og á. Eitt nú hevur hann spurt: Hví gera sær nakran stórvegis ómak í tilveruni, hví stremba? Tá vit eru farin hiðani, fer alt fyri skeytið í seinasta enda hóast alt. Sum onkur hevur tikið til, eingin munur er á ríkmanninum og drankaranum, tá teir eru farnir í grøvina. Og hví royna at gera tað rætta? Eiheldur sæst nakar munur á teimum, sum gera gott, og teimum, sum gera ónt, tá tey einaferð liggja í grøvini. Og hví royna at savna sær vísdóm? Tað sum tú veitst, verður hóast alt bara ein brøkpartur av allari teirri vitan, sum er til. Tú kanst tað sama sláa teg til tols við tínum avmarkingum. Øll stremban er í roynd og veru meiningsleys og fer fyri skeyti við deyðanum.
Lívið er stutt, stríggið og kyniskt, og eingin hægri meining er við øllum tí, sum vit halda hevur so alstóran týdning fyri okkara gerandisdag og tilveru her og nú. Tað stóra perspektivið fær okkara gerandisstúranir um okkara egnu eydnu at síggja lítisverdar út. Og um tú so leggur alla orku í at koma fram í lívinum, er heldur ikki víst at tú kemur á mál hesumegin grøvina, tí vandi er altíð fyri, at øll orkan verður burturspilt, og at onkur annar fer avstað við æruni.
”Framvegis sá eg undir sólini, at tað er ikki vist, at hinir kviku vinna í kapprenningini, ella kapparnir í bardaganum, ei heldur, at hinir vísu kunnu fáa breyð, ella at hinir vitigu kunnu vinna ríkidømi, ella hinir klóku verða væl umhildnir; tí tíðin, og hvussu alt vil til, tað bindur teir allar” er dapurskygda niðurstøðan frá ”prædikaranum” í Gamla Testamenti, saman við øllum tí áður nevnda.
Bókin hevur leingi vunnið frama millum tey skeptisku og svørtskygdu, alt meðan gudfrøðiligir myndugleikar ígjøgnum øldir hava havt torført við at tulka hana – og ofta heldur hava roynt at burturtulka døpru hugleiðingarnar í henni. Úrslitið hevur verið, at ivi ofta hevur verið sáddur um, hvørt hon yvirhøvur hoyrir heima millum hinar bøkurnar í Gamla Testamenti. Orsøkin er einføld: bókin er kynisk, skeptisk og tykist seta spurnartekin við grundleggjandi bíbilskar meginreglur um guddómliga meining og rættvísi í heiminum. Men bókin ger ikki krav uppá at tosa vegna Gud og er skrivað frá einum menniskjanligum sjónarhorni.
Og hóast bókin bert telir smáar 12 kapitlar, hevur hon leingi verið skýrd at verið ein hvasseggjað og djúp filosofisk eygleiðing av grundleggjandi korum tilverunnar. Og hetta er orsøkin til, at bókin er fallin í góða jørð hjá nógvum skeptiskum hugsarum og øðrum, sum kanska annars ikki hóva Bíbliunnar boðskap. Men hvar vóru gleðiboðini av? Eru nakrir glottar at hóma í Prædikaranum, nøkur vón? Ella er lívið nú bara kalt og kyniskt, tí at alt fær ein enda? Ella er Prædikarin bara ein váttan fyri tey, ið longu frammanundan hava eina kyniska tilgongd til tilveruna?
Lukkan finst her og nú
Í bókini er lítið at hóma av tí stóra guddómliga perspektivinum. Og eingin orsøk er at bíða eftir nøkrum himmalskum herskarðum, sum vit lesa um í jólaevangeliinum. Lívið snýr seg ikki um ”lívið eftir lívið”, men tilveruna hesumegin. Og tað er kanska her prædikarin verður eitt vet meiri konstruktivur enn í sínum annars pessimistisku eygleiðingum. Christine Hays, professari í religiónsvísindum á Yale University í USA, hevur víst á, at Prædikarin í roynd og veru ikki er nakar nihilistur – og ætlanin við bókini er ikki at fáa fólk til at umhugsa at taka seg av døgum, sum ein annars kundi freistast at hildið, um ein bert leggur dent á teir einamest kynisku partarnar av bókini.
Tvørturímóti tykist Prædikarin at leggja dentin á verandi løtuna og gerandisgleðirnar. Og við hesum flytir hann fokus frá tí, sum annars hevur valda í nógvari gudfrøði: bíðistøðan eftir tí komandi og heilaga, hevur Christine Hays professari víst á.
Eitt nú sigur Prædikarin: ”Eg dugdi at síggja, at einki er teimum betri enn at gleða seg og hava tað gott, so leingi sum tey liva. Tó, eisini tað at eta og drekka og njóta hitt góða mitt í øllum strevinum - eisini tað er hvørjum menniskja gáva frá Gudi” og ”Nei, tað, ið eg haldi vera gott og vakurt, er at eta og drekka og njóta hitt góða aftur fyri alt strevið, ið ein pøsir seg við undir sólini, allar lívsdagarnar ið Gud gevur honum; tí hetta er lutur hansara.” (Prædikarin 3.12-13 og 5,17).
Lívið snýr seg ikki um stóra perspektivið, men um gerandisdagin og møðina, og um at eta og drekka her og nú, eru boðini. Franski heimsspekingurin úr 16. øld, Michel de Montaigne, var ávirkaður av Prædikaranum. Tað slóðbrótandi við honum var, at hann sum heimspekingur legði stóran dent á menniskjanligu avmarkingarnar og triviel gerandismál. Endamálið var at staðfesta, at lívið í stóran mun ikki kann greinast við støði í háfloygdum heimspekiligum tankum, men at tað veruliga eru tey smáu triviellu viðurskiftini, sum í seinasta enda seta dagsskránna og avgera okkara lukku.
Vit eru hugsandi likam, og okkara størsta avbjóðing eru okkara egnu sinnir, ið elva til stóra stúran um líkt og ólíkt. Vit eru snøgt sagt ov klók fyri okkara egna besta. Vit áttu at lært av djórunum, ið ikki gera sær stórvegis hugsanir um, hvat onnur halda um tey, vóru boðini frá Michel de Montaigne. Og um vit taka Prædikaran og Michel de Montaigne í álvara, er lívið rættuliga einfalt. Lukkan er her og nú - í teimum smáu lutunum. Ikki í bíðan eftir tí guddómliga ella í háfloygdari heimsspeki, sum ikki tekur okkara ”her og nú” við í myndina.
Okkara irreligiøsa samtíð
Prædikarin hevur, eins og nógvur annar gamal vísdómur, sett síni greiðu fingramerki á okkara samtíð og mentan, eins og hann hevur vunnið frama millum skeptiskar og nýhugsandi heimspekingar áður. Nógv brúkta orðafelli ”einki nýtt er undir sólini” er dømi um hansara ávirkan á okkara mentan, eins og nógv annað ið hevur religiøsan uppruna. Bókin er sostatt dømi uppá religiøsan tekst, hvørs boðskapur framvegis gevur stórt afturljóð í einari skeptiskari og irreligiøsari samtíð.
Orsøkin til, at hugleiðingarnar hjá Prædikaranum í smáum tólv kapitlum hava vakt so stóran ans, skal helst bæði skiljast sum eitt úrslit av, at hann hugleiðir um nakrar felagsmenniskjanligar stúranir og upplivingar av tilveruni, ið hava verið universellar ígjøgnum menniskjasøguna, samstundis sum at hann talar til generellu skeptisismuna, ið eyðkennir okkara samtíð, eisini á jólum, nú Bíblian, enn einaferð, verður løgd undir luppin.










