Gleði meg til ungdómsmøtið

Hvørt sunnukvøld bjóða tey ungu inn til ungdómsmøti í missiónshúsinum í Leirvík. Her verða ymisk evni tikin fram um, hvussu ein kann liva lívið sum ein trúgvandi ungdómur. - Endamálið er at vísa teimum ungu, at Jesus er livandi í dag, eins og hann var tað fyri 2000 árum síðani, sigur leirvíkingurin Kartin Høgnesen.

Hann er ein av limunum í ungdómsnevndini í missiónshúsinum, og leiðir eisini fleiri av møtunum.

Hóast Kartin hevur verið trúgvandi eina tíð og situr í nevndini, hevur hann tørv á at koma til hesi ungdómsmøtini.

- Eg fái sjálvur nógv burturúr. Eg verði uppbygdur andaliga, og fái styrki til at liva eitt lív sum trúgvandi gjøgnum vikuna. Eg gleði meg altíð til sunnukvøld kl. 9, sigur hann.

Í ungdómsnevndini sita Suni Justinussen, formaður, Kartin Høgnesen, Petur Súni Jacobsen, John Nolsøe Olsen, Helena Kannuberg og Andrias Djurhuus.

Ungdómsmøtini eru sunnukvøld kl. 21 og vara í hálvanannan tíma ella so. Aftaná er ein góður drekkamunnur at fáa í kjallarinum.