Gleði meg til nýggjar tankar

Á nýggjárinum tók Liljan Weihe við sum leiðari á Visit Tórshavn. Hon gleðir seg til nýggju avbjóðingarnar og til at hugsa nýggjar tankar

Mánadagin byrjaði Liljan Weihe í nýggja starvi sínum sum leiðari á Visit Tórshavn. Eitt starv, sum kann tykjast nokk so langt frá gamla yrki hennara sum tíðindaleiðari í Kringvarpinum og seinast sum ráðgevi hjá fólkatingsliminum Edmund Joensen, men tað heldur hon ikki sjálv.

– Eg haldi ikki, at tað er so stórt lop frá miðlaheiminum til ferðavinnuna. Í báðum førum er talan um útvent virksemi, og í báðum førum er talan um ein starvsbólk, har fólk eru nýhugsandi og kreativ. Eisini haldi eg, at tað bæði í tíðindaheiminum og á eini kunningarstovu snýr tað seg um samskifti og at fáa ein boðskap út, sigur Liljan Weihe.

 

Lesið samrøðu við Liljuna Weihe í Vikuskiftis-Sosialinum, sum fæst í sølubúðunum kring landið.