Gleði meg at koma heim

OLJUSTJÓRI. Ben Arabo hevur seinastu fýra árini búð uttanlands, men nú hann tekur við starvinum sum stjóri í Atlantic Petroleum, flytir hann heim aftur á klettarnar, og tað gleðir hann seg til

Tað var ein skjót avgerð, ið Ben Arabo tók, tá tað stóð honum í boði at gerast stjóri í Atlantic Petroleum.
Nei, eg ivaðist onga løtu. Tað er ein stór avbjóðing at gerast stjóri í einum slíkum oljufelag, men tað er eisini ein spennandi avbjóðing, sigur Ben Arabo í telefonini úr Jakarta í Indonesia, har hann í løtuni starvast fyri stóru oljufyritøkuna Hess.
Hann situr í løtuni við heitinum Exploration Business Manager og hevur ábyrgd av samráðingum og handli í landsynningsasia, men hann heldur kortini ikki, at tað er eitt trin niður á stiganum at koma til Føroyar at gerast stjóri fyri einum lutfalsliga lítlum oljufelag.
Tað ber væl til at reka eitt oljufelag úr Føroyum, og Atlantic Petroleum er longu farið undir framleiðslu, so útlitini eru góð og spennandi, sigur Ben Arabo.
Hann flutti við familjuni til London í 2006 har hann helt til fram til í fjør, tá leiðin gekk til Jakarta í Indonesia. Nú skal hann so rudda skrivaraborðið, áðrenn leiðin gongur heim til Føroya allarhelst um miðan juli. Hann byrjar í stjórastarvinum í Atlantic Petroleum 1. august.

Drúgvar royndir
Ben Arabo fór beint av skúlabonki til arbeiðis í Amerada Hess, sum felagið tá æt, og hevur hann starvast innan olju- og gassídnaðin í samfull 14 ár. So tað eru drúgvar royndir hann tekur við sær í nýggja stjórastarvið, hóast enn bert 36 ára gamal.
Tað er tí uttan iva ein stórur fongur fyri Atlantic Petroleum at fáa Ben Arabo sum stjóra.
Ben Arabo heldur, at við teimum aktivitetum, sum Atlantic Petroleum hevur í dag, eru avgjørt vakstrarmøguleikar í framtíðini, og hann er spentur upp á at seta seg í stjórastólin.
At reka eitt oljufelag úr Føroyum skuldi verið ógvuliga lagaligt, og eitt slag av aktiviteti, sum væl ber til at reka úr Føroyum, tí tað er ikki serliga staðbundi. Og sjálvandi hevur tað eisini nakað at siga, at talan er um eitt føroyskt felag, sigur Ben Arabo.
Hann heldur tað í nógvar mátar vera minst líka spennandi og mennandi at arbeiða fyri eitt lutfalsliga lítið felag, tí tá kemur tú meira runt alt feltið, sum hann tekur til.
Eisini persónliga er tað nógv meiri nøktandi at røkta og vaksa um eitt lítið felag sum Atlantic Petroleum, sigur Ben Arabo.