Gleði meg at fara á ungdómsmøti

Hvørt sunnukvøld bjóða tey ungu inn til ungdómsmøti í missiónshúsinum í Leirvík. Her verða ymisk evni tikin fram um, hvussu ein kann liva lívið sum ein trúgvandi ungdómur.

Leirvík: - Endamálið er at vísa teimum ungu, at Jesus er livandi í dag, eins og hann var tað fyri 2000 árum síðani, sigur leirvíkingurin Kartin Høgnesen.

Hann er ein av limunum í ungdómsnevndini í missiónshúsinum, og leiðir eisini fleiri av møtunum.

Hóast Kartin hevur verið trúgvandi eina tíð og situr í nevndini, hevur hann tørv á at koma til hesi ungdómsmøtini.

- Eg fái sjálvur nógv burturúr. Eg verði uppbygdur andaliga, og fái styrki til at liva eitt lív sum trúgvandi gjøgnum vikuna. Eg gleði meg altíð til sunnukvøld kl. 9, sigur hann.

Í ungdómsnevndini sita Suni Justinussen, formaður, Kartin Høgnesen, Petur Súni Jacobsen, John Nolsøe Olsen, Helena Kannuberg og Andrias Djurhuus.

Ungdómsmøtini eru sunnukvøld kl. 21 og vara í hálvanannan tíma ella so. Aftaná er ein góður drekkamunnur at fáa í kjallarinum.


Ymisk evni

Hóast evnini, sum verða umrødd kunnu verða ymisk, hava ungdómsmøtini í Leirvík kortini sama innihald sum onnur ungdómsmøti kring landið.

Ein stórur partur av skránni er sangur og tónleikur. Her verður sungið bæði á enskum og føroyskum máli, áðrenn talarin til kvøldið sleppur framat við sínum evni, sum annaðhvørt er umbiðið ella talarin sjálvur velur eitt evni.

- Vit leggja dent á at taka upp evni, sum eru frammi í tíðini. Er okkurt andaligt evni frammi, og sum nógv ung tosa um, so kunnu vit gott hava eitt ungdómsmøti um júst tað evnið, sigur Kartin.

Í vetur hava tey m.a. lært um Martin Luther, hvønn týdning Jesus-navnið hevur og um at hava álit á Bíbliuni, sum er Guds sanna orð.

- Vit ynskja eisini at vísa teimum ungu á Jesus, soleiðis at hann kann gerast teirra frelsari, slær Kartin Høgnesen fast.

Vanliga eru tey omanfyri 50 á ungdómsmøti. Onkutíð upp ímóti 70 og onkutíð niðanfyri. Tey koma bæði úr Leirvík, Fuglafirði, Toftum, Rituvík og Gøtu.