Hetta er eitt týdningarmikið stig á leiðini. Tað heldur Djóni J. Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata, nú fleiri kommunur hava samtykt at geva børnum og ungum ókeypis atgongd til frítíðarvirksemi av ymsum slagi.
Á heimasíðuni hjá Barnabata sigur hann, at Barnabati hevur stuðlað føroyskum barnafamiljum í fleiri ár við tí endamáli at øll børn og ung skulu hava somu fortreytir at taka lut í frítíðarvirksemi, uttan mun til fíggjarligu støðuna hjá familjuni.
Men nú hava fleiri kommunur samtykt at geva børnunum og teimum ungu eitt frítíðarkort so at tey – ókeypis – kunnu taka lut í frítíðarvirksemi av ymsum slag.
Hetta gevur teimum betri møguleika at taka lut í frítíðarvirksemi og tað gleðast vit nógv um, sigur Djóni Eidesgaard.
Hann vísir á, at nú eru tað góð 27 ár síðani, at Barnarættindasáttmálin hjá ST varð settur í gildi í Føroyum.
– Barnarættindasáttmálin fevnir um nógv viðurskifti hjá børnum og ungum, og hóast føroyska samfelagið enn hevur eitt sindur á mál, so er hetta eitt týdningarmikið stig á leiðini, sigur aðalskrivarin í Barnabata.
Í Barnarættindasáttmálanum stendur, at børn hava rætt til frítíð, spæl og hvílu, og at taka lut í mentanarligum og listarligum virksemi.
Sáttmálin sigur eisini, at børn hava rætt til at liva og búnast kropsliga, sálarliga, andaliga, moralskt og sosialt, og at landið skal gera alt tað er ment, fyri at hetta gerst møguligt.
– At fleiri kommunur nú veita børnum og ungum fíggjarligan stuðul til at taka lut í mennandi virksemi og felagsskapum, ger sítt til at børn og ung ikki verða útihýst frá hesum av fíggjarligum ávum, sigur hann.
Hann tekur eisini fult undir við at kommunurnar ætla at seta krøv til umstøður, venjararn og lærarar, sum taka sær av tí frítíðarvirksemi, sum frítíðarkortið gevur atgongd til.
– Eru umstøðurnar ikki í lagi, kann er vandi fyri eyðmýking ella happing, og so kann hetta verða til stóran ampa fyri barnið og tann unga, heldur enn hava tað jaliga ávirkan, sigur hann á heimasíðuni hjá Barnabata.