Gleða seg til nýggjan trolara

Í dag hevur Sisimiut landað stívliga 500 tons í Kollafirði. Teir hava roynt eftir toski í Barentshavinum og endaðu túrin við Bjarnoynna.

- Vit eru í holt við seinasta árið við hesum Sisimiut, tí ein nýggjur er í gerð í Bilbao í Spania. Eftir ætlan verður hann liðugur í mai/ juni í 2019. Nýggi trolarin verður væl størri enn hesin, sum er bygdur í 1992, er 66 metrar langur og 14 metrar breiður.

 

Tað sigur Róðin Biskopstø, sum er stýrimaður umborð á grønlendska trolaranum, Sisimiut, við Facebook-siðuna hjá Føroysku Sjómansmissiónini í dag. Hann vísir á, at nýggi trolarin verður 83 metrar langur og 17 metrar breiður. Motorurin verður ein 8000 HK. MAN.

 

- Vit gleða okkum, hóast royndirnar prógva, at tað ofta eru barnasjúkur teir fyrstu mánaðirnar, eftir at nýbygningar eru tiknir í nýtslu, sigur stýrimaðurin.

 

Í dag hevur Sisimiut landað stívliga 500 tons í Kollafirði. Teir hava roynt eftir toski í Barentshavinum og endaðu túrin við Bjarnoynna. Fiskiskapurin hevur verið brúkiligur, hóast hann hevur verið heldur lakari enn undanfarnu ár, heldur Róðin Biskopstø.

 

Skipasmiðjan Mest skal gera okkurt smávegis umborð á Sisimiut, áðrenn leiðin gongur til Eysturgrønlands eftir svartkalva. Vanliga eru 28 grønlendingar og føroyingar við Sisimiut, men henda túrin vóru teir 29, tí ein lærlingur var eisini við.