Hóast íslendsku tónleikararnir, sum spæla á konsertini við Jógvani Hansen og Fríðrík Ómar, vóru 10 tímir seinkaðir til Føroya í gjár, eru teir væl upplagdir til konsertina í kvøld. Orsøkin til seinkingina var, at flogfarið úr Reykjavík varð seinkað av tekniskum orsøkum í gjár.
- Vit hava leingi glett okkum til at halda konsert fyri føroyingum aftur, og vit kunnu lova eina góða og spennandi konsert í kvøld, sigur Jógvan Hansen.
Hann hevur í fleiri ár samstarvað við íslendska tónleikaran Fríðrík Ómar, og teir hava givið fløgur út við Vinaløgum og Barnaløgum. Í kvøld framføra teir sangir av hesum útgávum og aðrar sangir á konsertini, sum verður í Norðurlandahúsinum. Eisini luttekur kórið Suð á konsertini.