Gleða seg til grannafinalu

Bæði Helga Guttesen í SÍ og Elida Falkvard í Drátti gleða seg at spæla kvinnufinaluna í morgin, sum er ein rein vágauppgerð. Báðar eru samdar um, at tær møta júst tí liðnum, tær helst vilja vinna á

Tær báðar ferðirnar, SÍ og Dráttur hava spælt ímóti hvørjumøðrum higartil í landskappingini, hevur SÍ vunnið sannførandi 3-0. Samstundis er SÍ nummar eitt í landskappingini og Dráttur nummar fýra, so á pappírinum munnu tey flestu síggja kvinnurnar úr Sørvági sum favorittar undan kvinnufinaluni.
Men tá talan er um eina finalu, kann alt henda, tí nú er tað ikki ein longri kapping, men hesin eini dysturin, ið skal avgerast. Og tá vit spyrja ein spælara av hvørjum liði, hvussu vánirnar eru undan kvinnufinaluni, stendur møguleikin opin fyri einum dysti, har alt kann henda.
– SÍ er klárt favorittur, um vit hyggja at stigatalvuni, men eg haldi ikki, at tað fær nakað at siga í finaluni. Hetta er jú ein grannauppgerð, so tað er av tí sama helst fyri bæði liðini ein serligur dystur, sum bæði liðini vilja vinna. Eg vænti í øllum førum, at tað verður ein fimmsettari, sigur 18 ára gamla Elida Falkvard í Drátti, sum í morgin spælir sína fyrstu steypafinalu.
– Vit elska at vinna á Drátti, men hava virðing fyri teimum. Vit ansa eftir, at vit ikki halda okkum hava vunnið dystin áðrenn, men spæla vit upp til okkara besta, so vinna vit. Hetta er jú ein finala, so alt kann henda – eisini, at tað verður ein fimmsettari, sigur 21 ára gamla Helga Guttesen í SÍ.

Bara flogbóltstos
Bæði Helga og Elida siga, at í bygdunum vesturi í Vágum hevur ikki verið tosað um nógv annað enn flogbólt, nú steypafinalurnar eru komnar alsamt nærri.
– Sjálvt tey, sum vit ikki halda fylgja við flogbólti, spyrja okkum, hvat vit vænta, so tað verður stórt sæð ikki tosað um annað enn flogbólt í Sørvági í hesum døgum. At vit so eisini skulu spæla ímóti Drátti, ger fólk uppaftur spentari, og fyri okkum er tað ordiliga deiligt, tí so vita vit, at tað verða nógvir áskoðarar. Tá er tað altíð stuttligari at spæla, sigur Helga.
Tað sama sigur Elida, ið heldur, at tað hevur verið óvanliga nógv flogbóltsprát í bæði Sandavági og Miðvági hesa vikuna. – Fólk tosa nógv um tað, og vit rokna við, at nógv koma at stuðla okkum, so tað verður lív í, sigur hon.
Dráttur hevur havt eina rættiliga tronga dystarskrá síðstu tíðina, men tað heldur Elida bara vera ein fyrimun undan finaluni í morgin: – Vit hava fingið ríkiligt av dystarvenjing, men av tí at tað er eitt sindur síðani, at vit møttu SÍ síðst, so verða vit eyka uppsettar til finaluna, heldur hon.
SÍ hevur hinvegin ikki spælt dyst í næstan hálvaaðru viku, men um vikuskiftið vóru kvinnurnar úr Sørvági á venjingarlegu í Kollafirði. – Í Sørvági spæla vit jú í einari lítlari høll, men vit hava vant eitt sindur í Kollafirði, so vit kundu venja okkum við umstøðurnar í einari stórari høll, sigur Helga Guttesen.