Hittdreinginir úr Klaksvík eru longu komnir til Havnar.
– Vit vilja hoyra Kári P, sum er nakað heilt fyri seg, siga teir.
Teimum dámdu eisini sera væl konsertina hjá Mariusi. Teir eru sera spentir upp á at sleppa at spæla í Vágsbotni í kvøld og lova, at tað verður ein fantastisk konsert.
– Tíðin, sum vit hava fingið, er góð, men konsertin verður ikki so long, so vit mugu velja fimm teir bestu sanginar hjá okkum, sigur Danny.
Danny and the Veetos skulu á pallin klokkan 01:30