Einki pláss er eftir til konsertina hjá tungmálmsbólkinum "Hamferð" í Havnar kirkju í kvøld. Limirnir í bólkinum lova áhoyrarunum, at talan verður um eina heilt serliga uppliving.
Konsertin byrjar klokkan 20.30. Fyrireikararnir vóna, at fólk møta í góðari tíð.
Hamferð spælur tungan, seinan og melodiøsan málm, og innihaldsliga hevur hann djúpar røtur í tí føroyska, bæði søguliga og í sinnalagi.
Í framførsluni hjá bólkinum er millum annað ein lýsing av søguliga sambandinum millum føroyingin og tað kristiliga, til dømis við síni kendu tulking av sálminum "Harra Guð, títt dýra navn og æra".
Samstundis hevur kirkjan ígjøgnum fleiri hundrað ár verið miðsavnari og samkomustað fyri bygdir og oyggjar í Føroyum og hevur tí havt stóran týdning fyri føroyskt samanhald, bæði í gleði og sorg. Av hesum er Havnar Kirkja, sum er ein av elstu kirkjunum í Føroyum, ein sera hóskandi karmur um hetta tiltak. At ein tungmálmskonsert verður hildin í einari kirkju í Føroyum er higartil eitt eindømi.
Theodor Kapnas og Jón Hansen úr Hamferð vitjaðu morgunsendingina hjá Rás2 í morgun. Teir gleða seg til at framføra í Havnar kirkju. Tað ber til at hoyra prátið við Theodor Kapnas og Jón Hansen undir greinini.