At tað nú ber til at umvæla rútaskaðar er nakað, sum tryggingarfeløgini fegin taka ímóti. Hóast hetta ikki hevur borið til í Føroyum, so er tað nakað, sum tey á Tryggingarfelagnum Føroyar hava vitað um leingi.
- Vit fylgja sjálvsagt væl við í øllum slíkum, og eg havi sjávlur verið á skeiði, har vit hava sæð, hvussu rútaskaðar verða umvældir, sigur John Ellefsen, leiðari á bilsýnsdeildini hjá Tryggingarfelagnum Føroyar.
Hann sigur, at hetta er nakað, sum tey greiða kundunum frá, tí her eru nógvir pengar at spara. Glastryggingin dekkar hægst 4.000 krónur, og tað langt frá altíð, at ein forrútur kann skiftast fyri hendan prísin. Restina má kundin sjálvur gjalda. Øðrvísi er, um rútaskaðin er partur av einum kaskoskaða, men tá kann talan verða um bonusmiss og sjálvsábyrgd.
John Ellefsen vísir á, at Tryggingarfelagið Føroyar fyrst má vissa sær, at tað er onkur, ið kann umvæla hesar skaðar. Higartil er tað so bara verkstaðið hjá Hans J. Kollsker, ið býður seg fram, og hann hevur sæð góð úrsliti higani.
- Tað kemur so nógv nýtt fram á hesum øki. Rútaumvælingar eru eitt dømi. Annað dømi er umvælingar av eitt nú plastikkúfangarum og plastforlyktum. Meðan alt fyrr varð skift út, so eru tað tey, ið hava fingið sær serkunnleika á økinum at umvæla skaðar á slíkar lutir. Tað krevur bara, at tað er onkur, sum nemur sær serkunnleikan, og fyrr enn onkur hevur gjørt tað, kunnu tryggingarfeløgini ikki vísa til slíkar umvælingar. Men tað er greitt, at her eru pengar at spara, bæði hjá tryggingunum og tryggingartakarunum - tað er ein hugburðsbroyting sum skal til, sigur John Ellefsen.










