Glaspettir í kaffinum

Nescafé í Danmark afturkallar nú krukkur við Nescafé Espresso instant kaffi í 100 gram embalagu, sum eisini eru seldar í Føroyum. Orsøkin er, at mistanki er um at krukkurnar kunnu verða skaddar, og at tað tí kunnu vera smá glaspetti í kaffinum.

Ávarað verður um, at hesi glaspetti kunnu skaða tenn, munnholu og svølg, og tí verður heitt á borgarar um at burturbeina vøruna ella lata hana aftur, har hon er keypt.

Afturkallingin er bert fyri Nescafé Espresso instant kaffi í 100 gram emballagu, og ikki fyri aðrar støddir ella variantar av vøruni, boðar Heilsufrøðiliga Starvstovan frá.