Glaslist er vorðin sera væl dámd manna millum seinnu árini. Hetta hevur Vágs Kvøldskúli tikið til eftirtektar.
Keyptur er brenniovnur til glas, og so var bert spurningurin, um áhugi mundi vera millum manna at ganga í kvøldskúla í glaslist.
Í januar bjóðaði Vágs Kvøldskúli út skeið í glaslist.
Og sigast má, at kvøldskúlaleiðarin Sølvi Andreasen, ið sjálvur undirvísur í glaslist, varð ovfarin av stóru undirtøkuni.
Fult teknað er, og skeið eru fleiri kvøld um vikuna, tí langt yvir 30 fólk teknaðu seg beinanvegin, og bíðilisti er.
Hóast byrjað verður einfalt og í tí smáa, so hava longu vakrar skálir sæð dagsins ljós, umframt prýðislutir, so sum fingur- og oyraringar og hálsprýði.