Glasir sendir politi eftir happarum á skúlanum

Politiið skal nú meta um, hvørt ein listi við happandi, niðrandi og eyðmýkjandi útsøgnum er lógarbrot. Skúlin fer at at taka støðu til avleiðing

Á Glasi hevur verið ein løgin siður seinastu árini, har næmingar hava gjørt ein lista, har mett verður um, hvørjir flokkar, næmingar, lærlingar og starvsfólk - við navni - eru “lekkrast”.

Eisini eru sera eyðmýkjandi viðmerkingar um fólk á hesum lista, sum fara langt út um mark.

In.fo hevur sæð dømi um viðmerkingar um ávísar næmingar, sum eru so eyðmýkjandi, óndar og niðrandi, at tær ikki kunnu endurgevast.

– Hetta skal nú steðga, sigur rektarin á Glasi í boðum til næmingarnar.

Hann boðar samstundis frá, at málið verður latið løgregluni, og at skúlin fer at taka støðu til, hvørjar avleiðingar hetta skal hava fyri teir næmingarnar, sum hava ábyrgdina.

Í boðunum frá rektaranum, sum eru stílað til næmingar, lærlingar, lesandi og starvsfólk á Glasi, sigur hann:

– Í dag hevur ein listi verið í umferð millum lærlingar og næmingar, har mett verður um, hvørjir flokkar, næmingar, lærlingar og starvsfólk - við navni - eru “lekkrast”. Harafturat eru viðmerkingar, sum fara út um øll mørk og alla anstendigheit. Vit hava tí sett eina kanning í verk, sum hevur til endamáls at staðfesta, hvør stendur handan listan.

– Málið verður latið løgregluni, sum skal meta um, í hvønn mun talan er um lógarbrot.

Sjálvi fara vit, tá kanningarnar eru komnar meira áleiðis, at taka støðu til, hvørji stig skulu takast her á skúlanum - bæði viðvíkjandi avleiðingum fyri tey, sum hava gjørt – og spjatt henda lista, og í mun til, hvussu vit forða fyri, at slíkt nakrantíð hendir aftur.

– Eg vóni, at listin ikki er í umferð, og at vit megna at avmarka skaðan, hesin listin longu hevur gjørt. At spjaða innihaldið í listanum kann fáa álvarsligar avleiðingar.

– Tí heiti eg á tykkum øll um ikki at endurgeva ella spjaða niðrandi og ótespiligu orðingarnar, sum eru á listanum, og samstundis greitt taka frástøðu frá hesum.

Steinbjørn Hardlei, rektari, sigur, at hann er skelkaður, og at hann, persónliga og vegna skúlan, vil bera teimum, sum nevnd eru á hesum ólukku lista, eina umbering.

– Hetta má og skal ikki henda aftur.