Glasir letur dyrnar upp til almenna móttøku

Hósdagin 9. august verður almenn móttøka á Glasi við undirhaldi og røðum, har møguleiki eisini verður at síggja nýggja miðnámsskúlan

Um slakar tvær vikur flyta allir verandi og komandi miðnámsskúlanæmingar, sum eru og skulu undir útbúgving í Havn, í nýggja skúladepilin við Marknagil, Glasir.


Hósdagin 9. august verður snotuligi skúlabygningurin formliga avhendur, og síðani er klárt at flyta inn í nýggja bygningin.

 

Í hesum sambandi bjóðar Landsverk øllum áhugaðum til alment hátíðarhaldi úti á Glasi hendan dagin frá klokkan 15-18. Dyrnar lata upp hálvan tíma áðrenn.

 

Skráin:

 

14.30: Dyrnar lata upp. Finnur Hansen Trio spælir í Atrium

15.00: Hátíðarhaldið í Atrium byrjar við hesari skrá:

- Bólkurin FRUM framførir
- Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, bjóðar vælkomin
- Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, heldur røðu
- Kantata
- Bogi Bech Jensen, stjóri á Glasi, heldur røðu
- Bjarke Ingels, arkitektur, BIG, heldur røðu
- Rosan Bosch, innandura sniðgevi, Rosan Bosch Studio, heldur røðu
- Jógvan Fríðriksson, biskupur, heldur røðu
- Havnarkórið syngur
- Dyrnar lata aftur klokkan 18.00