Glasgow Rangers aftur í bestu deildini

Skotsta stórfelagið verður komandi ár aftur partur av bestu skotsku fótbóltsdeildini

Seinastu árini hava verið heldur hørð fyri fyrrverandi skotska stórfelagið, Glasgow Rangers, sum til kappingarárið 2012/2013 var tvangsniðurflutt til fjórðbestu skotsku deildina.

 

Men felagið hevur alla tíðina arbeitt støðugt við at blíva partur av bestu skotsku fótbóltsdeildini aftur.

 

Og í kvøld eydnaðist tað Glasgow Rangers. Glasgow Rangers vann á heimavølli 1-0 móti Dumbarton, sum viðførir tað at Glasgow Rangers nú matematiskt hevur tryggjað sær uppflyting til komandi kappingarár.

 

Vælkenda grannauppgerðin – Old Firm – sum er millum Celtic og Glasgow Rangers, verður sostatt á skránni aftur komandi kappingarár í skotsku Premier League.

 

Til stuttleikar kann nevnast at arvafíggindin hjá Glasgow Rangers, Celtic, hevur vunnið meistaraheitið í skotsku deildini øll árini, meðan Glasgow Rangers hevur spælt í lægru deildunum.