Um ein vælhýrdur klaksvíkingur fer til Prix Føroyar undanumfarið í Klaksvík fríggjakvøldið við eini Jolly-glasfløsku í hondini, so sleppur hann ikki inn í KÍ-høllina, fyrr enn hann hevur stoytt allan tann svarta drykkin í seg og sett fløskuna frá sær.
Fyrireikararnir av Prix Føroyar kappingini hava nevniliga avgjørt, at loyvt er ikki at hava glasfløskur við sær til Prix-undanumførini sum eftir eru.
Hendan avgerðin er tikin í samráði við lokalu fyrireikarnar í Klaksvík og í Miðvági, har seinnu tvey undanførini verða.
Vandi stendst av fløskum
Orsøkin til hesa avgerð er, at Prix Føroyar-fyrireikarnir hava ringar royndir av glasfløskunum.
? Tíverri hevur tað víst seg, at tað eru fólk sum bara blaka fløskurnar frá sær, og hetta førir við sær, at fløskubrot liggja og sløast í hølinum og kunnu verða til stóran skaða fyri bæði áhoyrarar og tónleikarar, sigur Fróði Vestergaard, samskipari av Prix Føroyar kappingini.
Triðja Prix Føroyar undanumfarið verður í KÍ-høllini í Klaksvík í annaðkvøld, og har fara 9 bólkar at kappast um tvey finalupláss.
Bólkarnir eru Tám, Daybreak, Krit og Lítla Rúm úr Havn, Humas Caos, Iris og PS úr Klaksvík og Hokus Pokus úr Nolsoy. Seinasti bólkurin er All that Rain við tónleikarum úr Havn, Kollafirði og av Sandi.










