Glaseingilin handaður

Á hvørjum ári handar Í menniskjum góður tokki ein vakran glaseingil til onkran sum hevur gjørt okkurt serstakt fyri børnini, sum felagsskapurin hjálpir.

 

Á hvørjum ári handar Í menniskjum góður tokki ein vakran glaseingil til onkran sum hevur gjørt okkurt serstakt fyri børnini, sum felagsskapurin hjálpir.

 

Í ár varð eingilin handaður Steintóri Rasmussen, sum síðani byrjan hevur latið nýggjar fløgur og filmar til børnini. Eingilin varð handaður í beinleiðis seinnaparts sending í Rás2 í dag, og tað var ein rørdur Steintór Rasmussen sum tók ímóti eingilinum.

 

Í menniskjum góður tokki hevur frá afturmeldingum fingið at vita, at júst hesar fløgurnar og filmarnir skapa gleði, tí hesi børnini ikki eru von at hava tað nýggjasta og ikki er tøkur peningur til fløgur og filmar. Við hesum hevur Steintór Rasmussen givið børnunum atgongd til føroyskt barnatilfar, og tí varð hann heirðaður í dag vil einum glaseingli, sum Mikkalina Glas hevur latið til endamálið.