Glarlist forvitnisliga framsýning í SMS

Tíðindaskriv

Frá hósdegnum 12. til leygardagin 14. desembur er forvitnislig framsýning av lutum úr formstoyptum glasi á Torginum í SMS.
Tað eru Elisabeth og Páll Ellingsgaard, sum, eftir at hava búð í Danmørk í sløk 50 ár, eru flutt heim aftur til Føroya. Tey hava sett á stovn fyritøkuna, Glarlist, ið framleiðir formstoypt glas.
Hjúnini hava seinastu 15 árini fyrireikað seg til eina virkna tilveru sum eftirlønt. Tey hava gingið á nógvum skapandi skeiðum; serliga í list og handverki.
Elisabeth, sum bæði er skapandi og hevur listaligar gávur, hevur millum annað nomið sær kunnleika hjá Peirrè Gaborit, myndahøggara, og Susanna Havsteen Mikkelsen, listamálara. Í glarlist hevur Elisabeth fingið frálæru hjá Else Willumsgaard, glaslistakonu.
Stundum hevur høvi verið at sýnt fram, og hevur Elisabeth millum annað sýnt fram á ymsum stovnum og í listafeløgum í Keypmannahavn og økinum nærhendis.
Páll, sum hevur góðar handaligar gávur, hevur gingið til silvursmíð og violinbygging.
Saman hava tey bygt sær ein stak hugnaligan og prýðiligan verkstað Uppi á Grind á Eiði. Verkstaðurin er gjørdur av tveimum stórum bingjum, sum eru klæddar og taktar soleiðis, at tær hóska væl til vakra umhvørvið. Í bingjunum er gólvvíddin 60 fermetrar.
Rávøran er hondrullað amerikanskt glas av ymsum slagi. Annars er formstoypta glasið føroysk framleiðsla burtur av.
Glarlistaverkini, sum Elisabeth ger, eru ætlað bæði sum prýðislutir og til dagliga nýtslu; í at velja eru t.d. skálir, føt, ljósastakar, oljulampur og øskubikør.
Lutirnir, sum verða sýndir á torginum í SMS frá 12. til 14. desembur, eru til keyps í 3´aranum.