- Vit standa í dag sum vitni til ein sokallaðan parlamentariskan glantrileik, sum neyvan nakrantíð hevur sæð sín líka í einum framkomnum civiliseraðum landi, segði Bjørn á Heygum, tá hann tók orðið á mótmælistiltakinum á Vaglinum í Havn leygardagin.
Aktuella tunnilsmálið fylti sum vera man nógv á Vaglinum. Um tað málið segði advokaturin, sum eisini er fyrrverandi løgtingsmaður:
- Tunnilsmálið er besta dømi um tað totalu vanvirðing, mótvegis øllum tí, sum bara ber brá av serfrøði, vísind og professionalismu, sum gera seg galdandi millum okkara politikarar. Her verður als ikki sett nakað spurnartekin við tyngjandi samfelagsliga kostnaðin av eini slíkari loysn, og ei heldur at føroyski borgarin skal rinda milliardir í óneyðugum eykaútreiðslum, sum allar fara beint av landinum til ein danskan pensiónskassa, og ikki at forgloyma nakrar útvaldar spekulantar, sum hava tryggjað sær milliónir í persónligum vinningi hvørt ár fyri okkara rokning næstu 30-50 árini, segði Bjørn á Heygum.
Advokaturin spurdi, hví ikki verður lurtað eftir serfrøðini.
- Løgting og landsstýrið er áður ávarðað av fakfólki, millum annað teirra egna stovni Landsverk, móti soleiðis í óðum verkum, og uttan nakrar fakligar greiningar og metingar yvirhøvur, at avreiða henda einkarættin til eitt privat felag. Báðir fyrverandi formenninir fyri Búskaparráðið Johnny í Grótinum og Jørn Astrup Hansen hava nú staðiliga mælt frá at fremja hesa fyri samfelagið beinleiðis skaðiligu ætlan, segði Bjørn á Heygum og tók eisini aðrar navngivnar persónar fram.
- Spurningurin er so um allar hesar ávarðandi røddir, sum jú umboða frægastu serfrøði innan fyri búskap og peningaviðurskifti í Føroyum, rína við hesar menn og kvinnur á Føroya Løgtingi, sum fyri rættiliga stóran part viðkomandi hava hetta heilt margháttliga innbygda stykni til alt sum eitur lærdóm og vitan, segði Bjørn á Heygum.
Bastian
Elin Michelsen reisti spurningin, um okkara fólkavaldu, tað veri seg samgonga og andstøða, kenna sín leiklut í aktuella tunnilsmálinum.
- Vit hava fingið eina samgongu við samhugaðum úr andstøðuni, sum yppa øksl og atkvøða fyri, tá tey fáa eina lóg at taka støðu til. Eina lóg, sum skal geva loyvi til ein sáttmála, ið tey ikki ána hvat inniheldur. Tey hava ikki peiling av, hvussu hesin sáttmáli í ringasta føri kann svínabinda land og tjóð í 50 ár fram – tey velja at blunda fyri hesum veruleika og lata undirhondsavtalur og rossahandlar ráða, segði Elin Michelsen.
Speiskliga samanbar hon aktuellu støðuna við kendu søguna um lívið í Kardamummubýnum, og í myndataluni fekk eisini løgmaður ein høvuðsleiklut.
- Tað er uppgávan hjá einum løgmanni at vera politisturin, ið syrgir fyri, at hini í samgonguni og í tinginum skikka sær ordiligt, og halda seg innan fyri teir karmar, ið tey hava at virka undir. Well, kanska man kann siga, at okkara løgmaður er politistur. Men í besta føri hava vit so fingið ein politimeistara Bastian. Hann í Kardamummubýnum, sum ikki kann torga konfrontatiónir, og sum gongur og slættar sjógv og syngur vísur, meðan dólgarnir bróta inn, bæði hjá bakara og slaktara. Okkara Bastian letur sjálvur annar hurðina upp inn til slagtaran, og biður dólgarnar um vælsignaðar koma og fáa sær úr landsbankafæðnum og úr framtíð Føroya, segði Elin Michelsen.
Við greiðari adressu til løgmann minti Elin Michelsen á, at okkara politiska skipan krevur ein sterkan leiðara.
- Beint nú má eg siga, at eg havi dýrandi vaml og mítt etiska barometur peikar beint niðureftir, hvørja ferð eitt snuskut mál afturat verður sópað inn undir gólvteppið hjá Bastian, sum er so fittur, og sum hevur fult álit á øllum dólgunum.
- Í einum demokratiskum samfelag hevur man ta leiðslu, man hevur uppiborið. Hetta spøkir í høvdinum á mær alla tíðina. Vit hava valt tey, men kenna okkum snýtt allíkavæl, tí tey hava lumpað okkum, segði Elin Michelsen í røðu sínari á Vaglinum í Havn leygardagin.
Røðarar á Vaglinum leygardagin vóru, umframt Bjørn á Heygum og Elin Michelsen, Jonhard Mikkelsen, Sirið Stenberg, Leivur Persson og Regin Winther Poulsen.
FAKTA – hesi feløg vóru við í mótmælistiltakinum á Vaglinum leygardagin
Akademikarafelag Føroya, Arkitektafelag Føroya, Bioanalytikarafelagið, Búskapar- og løgfrøðingafelag Føroya, Ergoterapeutfelagið, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Fysioterapeutfelag Føroya, Føroya Arbeiðarafelag, Føroya Byggifrøðingafelag, Føroya Fiskimannafelag, Føroya Handverkarafelag, Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Føroya Tekniska Lærarafelag, Føroya Verkfrøðingafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Havnar Arbeiðsmannafelag, Heilsurøktarafelagið, Heilsuhjálparafelag Føroya, Kost- og føðslufelag Føroya, Landsfelag handverkaranna, Leikarafelag Føroya, Ljóðsmøðrafelag Føroya, Magistarafelag Føroya, Maskinmeistarafelagið, Musikklærarafelag Føroya, Radiografar í Føroyum, Rithøvundafelag Føroya, Starvsmannafelagið, Yrkisfelagið Miðnám, Framsøkin Ung, Sosalistisk Ung, Unga Tjóðveldið.