- Vit dugdu slett ikki at vinna, segði ein glaður Petur Jensen, tá Prix Føroyar 2001 var liðugt, og hann sipaði til, at tey meira bilsin, enn glað á at líta, komu á pall at verða heiðraði.
Heldur merktur av prixaldunum, viðgongur Petur í stuttum práti, at limirnir í Clickhaze høvdu tónleikin í blóðinum og at tað kendist rætt.
- Eg kendi meg heima.
- Tað er, sum er okkara tónleikur líka nógv inneftir, sum úteftir, hugleiðir Petur.
Og blaðmaðurin kann ikki halda sær, men má varisliga spyrja, um limirnir í Clickhaze spæla sermerkta tónleikin fyri sær sjálvum, fyri sína egnu skuld.
Men hetta skilir Petur ikki.
- At spæla fyri sær sjálvum? Tað er tað sama, sum at spæla yri øðrum. Eg kenni ikki munin, sigur Petur og ger snildisliga tápuliga spurningin til einkis.
Hann viðgongur, at eftir heldur ruðuleikakenda byrjan, var veruliga talan um ein kekkaðan bólk ar enda.
- Jón meldaði okkum til undir øðrum navn, tí í veruleikanum var Clickhaze ikki til longur. Men kom so afturí aftur, greiðir frá og er troyttur og væl nøgdur vinnari.
- Tað, sum var so sera gott hesaferð var, at allir bólkar vóru á jøvnum føti viðvíkjandi møguleikanum at sleppa at leika á útlendskum festivali, sigur Petur Jensen tá vit eina stutta stund steðga glaða vinnaranum í gongini í nærum manntóma Norðurlandahúsinum eftir finaluna.










