Eftir dystin flokkaðust fjølmiðlarnir um italska málverjan Gianluigi Buffon. Hann gav sær góðar stundir at tosa við fjølmiðlafólkini, og svaraði tolin hvørjum einasta spurningi. Fyri føroyingar var tað serliga áhugavert at vita, hvat hann helt um málið, sum Rógvi Jacobsen gjørdi, og stóri málverjin svara blídliga, tá hann varð spurdur um hetta. – Eg kann siga, at eg við hesum hjálpti øllum og gjørdi øll glað, svaraði Buffon flennandi, men legði so aftrat: – Sjálvandi er tað keðiligt at fáa mál ímóti sær, og tað eri eg eisini keddur um. Men eg eri glaður hansara (t.e. Rógvi Jacobsen, blðm.) vegna, og vegna Føroyar, tí hetta er eitt søguligt mál hjá teimum, segði Gianluigi Buffon millum annað.