TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við match-vinnaran hjá HB, Rók av Fløtum Jespersen, sum skoraði einsamalla málið, tá HB vann 1-0 á AB úti í Vika á Argjum í dag.
Rókur av Fløtum Jespersen var ikki nógv fyri at vilja úttala seg, men hann staðfestir, at talan er um ein sera týdningarmiklan sigur fyri hann og liðfelagarnar.
Hann heldur, at hóast málið kom í seinna hálvleiki, so spældu teir í HB ein góðan fyrra hálvleik, men tað manglaði at fáa bóltin tað seinasta pettið innum málstrikuna. Rókur av Fløtum Jespersen heldur, at talan er um ein afturvendandi trupuleika, at teir í HB ikki fáa útteljing fyri málmøguleikarnar.
Um málið sigur Rókur á Fløtum Jespersen, at hann royndi at halda bóltin "lágan", tá hann rakti hann, so bólturin sat innanfyri málrammuna, tá hann fekk møguleikan at loysa skotið av ímóti málinum hjá Heðini Stenberg í AB-málinum.