Abraham Løkin, venjari hjá ÍF, var sera fegin eftir dystin.
- Hetta var ein veldig gleði fyri okkum. Vit høvdu veruliga brúk fyri hesum stigunum, sigur Abraham Løkin.
Hann vísir tó á, at liðið enn ikki er tryggjað.
- Vit eru ikki tryggjaðir enn, men vit eru nærri við at vera tryggjaðir, sigur hann.
Somuleiðis greiðir hann frá, at hann ikki er vísur í at tað gongur hjá ÍF, men at hann er vísur í, at tað skal ganga.










